Misti olju á vegin í Havn

Seinnapartin í gjár kom fráboðan um olju á vegnum í Havn.

Talan var um ein bil, sum var farin at leka hydralikolju. Og løgreglan kundi fylgja slóðini frá Jóanesar Petursonargøtu og niðan til Waag-bilar undir Krákugjógv.

Førarin hevði steðgað skaðanum og tosað við sløkkiliðið, tá løgreglan kom fram á bilin.

Tað verður so eitt mál millum bilførarin og tryggingina at rinda fyri uppruddingina.

Seinnapartin fekk løgreglan eisini fleiri fráboðanir um, at eitt rør í einum rulliportri á landsvegnum í Hvalvík var loysnað. Landsverk fekk boð um at taka sær av tí. Hóast fleiri fráboðanir um leysa rørið, so kom kortini eingin fráboðan um skaða, sum stóðst av tí.