Hóskvøldið var seinna hálvfinalan leikt í Nations League kappingini í Stuttgart í Týsklandi.
Spania og Frakland dystaðust um hvør skuldi møta Portugal í finaluni á Allianz Arena leikvøllinum í München komandi sunnukvøld klokkan 20.
Spania fekk eina flúgvandi byrjan. Longu eftir 25 minuttirs spæl vóru spaniumenn á odda 2-0, og tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki vóru spaniumenn á odda 4-0. Kylian Mbappe svaraði aftur við einum brotssparksmáli, men Spania svaraði aftur og økti til 5-1. Nú var eingin ivi hjá teimum flestu, at Spania fór at vinna stórsigur, men seinasta lítla korterið skoraði Frakland tríggjar ferðir, so tað endaði við einum 5-4 hálvfinalusigri til Spania, ið møtir Portugal í finaluni.
Sunnudagin klokkan 14 spæla Frakland og Týskland bronsudyst í Stuttgart.
Spania-Frakland 5-4 (2-0)
1-0 Nico Williams ('22 )
2-0 Mikel Merino ('25 )
3-0 Lamine Yamal, br. ('54)
4-0 Pedri ('55 )
4-1 Kylian Mbappe, br. ('59)
5-1 Lamine Yamal ('67)
5-2 Mathis Cherki ('79)
5-3 sjálvmál ('84)
5-4 Randal Kolo Muani ('90 )