Russland hevur enn einaferð sett í verk nýggj álop á ukrainska høvuðsstaðin.
Tað upplýsir borgarstjórin í býnum, Vitalij Klitsjko.
Hann sigur, at loftverjan er í gongd í royndini at berja niður russiska álopið.
Samstundis, sum Russland leypir á Kyiv, siga russiskir myndugleikar, at 76 ukrainskar dronur í kvøld eru skotnar niður í Russlandi.
Lagt verður aftrat, at álopini - hjá ávikavist Russlandi og Ukraina - hava verið seint í kvøld og tíðliga í nátt, lokala tíð.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi nú stutt fyri midnátt - okkara tíð - í kvøld.