Í løtuni eru øll partrolarapørini uttan eitt til fiskiskap, og øll koma inn at landa fyri jól.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir av teimum størru ísfiskatrolarunum eru á Íslandsrygginum og fiska tosk.
- Allir koma inn at landa fyrst í næstu viku ella miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.
Ein frystitrolari er eisini til fiskiskap eftir svartkalva.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu.
- Allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.