Óli Mittún varð í dag kunngjørdur fyri áhoyrarum hjá GOG. - Mynd: Kláus Fisker/Ritzau Scanpix

Óli Mittún fer til Danmarkar at spæla fyri GOG

Nú er tað váttað: 19 ára gamli hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún skiftir frá komandi kappingarári til GOG á Fyn í Danmark við fýra ára sáttmála.

Óli Mittún varð í dag kunngjørdur fyri áhoyrarum hjá GOG. - Mynd: Kláus Fisker/Ritzau Scanpix

Hondbóltsfelagið GOG fær føroyskan styrk komandi fýra árini.

Felagið á Fjóni hevur skrivað sáttmála við 19 ára gamla bakspælaran Óla Mittún, sum er millum størstu talent í hondbóltsheiminum.

Óli Mittún spælir við svenska Sävehof og skiftir til GOG eftir hetta kappingarárið.

Stjórin Kasper Jørgensen kallar avtaluna á heimasíðuni hjá GOG "eina av størstu undirskriftunum í donskum hondbólti í nýggjari tíð".

- Eg eri ógvuliga stoltur av, at hann hevur valt at spæla fyri GOG, hóast hann í prinsippinum sjálvur kundi valt sín komandi arbeiðsgevara. Og fram um alt eri eg glaður fyri, at Óli hugsar um GOG sum eina langtíðarloysn, sigur Kasper Jørgensen.

 

##med2##

Óli Mittún, sum typiskt spælir vinstri bakkur ella playmakari, hevur vunnið stóra virðing í føroyskum landsliðshøpi.

Hann gjørdist toppskjútti á U19 HM í 2023 og endurtók bragdið á U20 EM í ár. Fyrr í ár var hann við til at vinna svenska meistaraheitið við Sävehof.

- Óli er eitt einastandandi stórt talent, sum megnar øll pláss í bakketuni. Hann er ein dynamiskur leikari, sum kann spæla sera tætt við verjuna og framvegis skjóta. Hann er ógvuliga skjótur og púra óttaleysur, so áskoðararnir kunnu trygt gleða seg at síggja hann í spæli, sigur talentleiðarin hjá GOG, Mikkel Voigt.

Óli Mittún varð seinnapartin í dag kunngjørdur fyri áskoðarunum á komandi heimavølli sínum undan steypadystinum hjá GOG móti Aalborg.

 

/Ritzau/

 

Óli Mittún varð í dag kunngjørdur fyri áhoyrarum hjá GOG. - Mynd: Kláus Fisker/Ritzau Scanpix