Liðið hjá Óla og Ísak vann aftur í steypakappingini - Liðið hjá Róa tapti

Liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby mátti lúta fyri liði úr næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof og Hallby vóru í leiki í bólkaspælinum í svensku steypakappingini í kvøld.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby máttu lúta 26-30 fyri Tyresö úr næstbestu deildini á útivølli. Hallby var á odda 15-14 í steðginum, men tað gekk av skriðuni í seinna hálvleiki.

 

Rói skoraði trý mál í dystinum.

 

Í bólki 5 er Hammarby oddalið víð fýra stigum. Hallby og Tyresö hava tvey stig hvør. Aftast er Boden við ongum stigi. 

 

Komandi leygardag klokkan 16 hevur Hallby torføran útidyst móti Hammarby.

 

Í bólki 1 vunnu Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof aftur stórsigur.

 

Í kvøld vann Sävehof á útivølli 38-28 á Varberg úr næstbestu deildini. Í fyrra hálvleiki beit Varberg væl frá sær, og í steðginum var Sävehof bara á odda við einum máli, 17-16, men pípan fekk eitt annað ljóð í seinna hálvleiki.

 

Óli skoraði fýra mál í kvøld. 

 

Sävehof er fremst í bólki 1 við fýra stigum. Västerås Irsta hevur trý stig, Varberg hevur eitt stig, og aftast er Lindesberg við ongum stigi.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 tekur Sävehof móti Västerås Irsta í Partille.