Ósamsvar um úrslit­ið av ameri­k­anska álopi­num á Iran

Ein fyribils greining hjá amerikansku fregnartænastuni bendir á, at amerikanska álopið bert hevur útsett iranska kjarnorkuvirksemi í nakrar mánaðir

 

 

Í kvøld hevur ST-trygdarráðið verið á fundi um kjarnorkuætlanir hjá Iran. 

 

Á fundinum hevur ST-umboð hjá USA, Dorothy Shea, sagt, at amerikanska álopið á iranskt kjarnorkuvirksemi rakk sínum endamáli og hevur minkað um møguleikan hjá Iran at framleiða kjarnorkuvápn tey næstu árini.

 

Hetta veit Reuters at siga í kvøld.

 

Tað var sunnudagin, at USA leyp á trý iransk kjarnorkuverk og soleiðis stuðlaði undir ísraelsku loftálopini á Iran. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at kjarnorkuskipaninar hjá Iran vórðu púrasta oyðilagdar í álopinum. 

 

Í álopinum á Iran brúkti USA fleiri GBU-57 bumbur, sum viga meira enn 13 tons hvør.

 

##med2##

 

Men, ein fyribils greining hjá amerikansku fregnartænastuni bendir eftir øllum at døma á, at álopið bert hevur útsett iransku kjarnorkuætlaninar í nakrar mánaðir, og hetta upplýsa ónavngivnar keldur yvirfyri bæði CNN og New York Times.

 

Men, hesar útsagnir eru ikki falnar í góða jørð í Hvítu Húsunum, tí haðani verður sagt, at greiningarnar hjá fregnartænastuni hjá amerikanska verjumáaráðnum eru ikki í samsvar við veruleikan.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Hetta er máttmiklasta konventionella bumba, sum USA eigur,. Hesar vórðu brúktar í álopinum á Iran