Óvanliga nógvur ungdómur í býnum í nátt

Løgreglan sigur, at í nátt vóru óvanliga nógv ung í 13 til 15 ára aldri í býnum í Havn, og tey vóru úti til langt út á náttina og morgunin, tá tey annars áttu at ligið heima og sovið.

Í gjár var mentanarnátt í Havn, og nógv fólk var í havnargøtum. Tað, sum løgreglan serliga legði til merkis, sum náttin leið, var, at ein hópur av ungdómum í 13 til 15 ára aldri var í býnum.

 

- Hesi hava ongastaðni at fara og sleppa ikki inn nakrastaðni. Tey ungu vóru friðarlig og elvdu ikki til høvuðbrýggj - undantikið, at vit meta, at tey, sum náttin leið, heldur áttu at ligið heima og sovið.

 

Vaktleiðarin reisti eisini spurningin, hví serliga nógv blaðung vóru so leingi úti í nátt.

 

- Kanska er tað tí, at tey hava frídagar í skúlanum nú. Onkur gongur til roynd, og tá hava tey vanliga frí nakrar dagar millum lærugreinarnar - ja, kanska vita tey ikki ordiliga, hvat tey skulu brúka tíðina til.

 

Men, í øllum hesum spyr løgreglan eisini, hvar foreldrini eru, tá ung í 13 til 15 ára aldri ikki koma heimaftur, sum náttin gongur.

 

- Vit tosaðu leyst við onkran av hesum ungu, men ikki stórvegis.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey ungu vóru ikki full, og tey vóru heldur ikki til nakran ampa, men tað var merkisvert at síggja, at tey vóru so mong í tali, sigur vaktleiðarin í morgun.