Frælsur Ítróttur Føroya skrivar:
- Gull, silvur, bronsa, bronsa og nummar 5 síðsta dagin.
Hálvmaraton byrjaði sum vant kl. 9 um morgunin. Sammett við nógvar av undanfarnu leikunum, var tó ein stór broyting - føroyingar høvdu tríggjar menn við millum teir 35 sum luttóku. Føroyingarnir vístu frá byrjan, at teir ikki bara vóru við, men vóru við fyri at gera seg galdandi. Byrjað var við Pickaquoy stadion, og so var runnið eina rutu uppá uml. 5 km fýra ferðir, áðrenn rennarar endaðu inni á stadion. Tá rennarar runnu framvið stadion eftir fyrsta umgang, var Julian Gregersen í einum bólkið við nøkrum rennarum, sum kappaðust um triðja pláss. Beint í hølunum á teimum kom Rógvi Kárason, og eitt sindur aftari kom Neli Heldarskarð. Tá teir komu aftur framvið eftir næsta umgang vóru bara tveir mans, sum dystaðust um triðja pláss, og her var Julian annar, meðan Rógvi var beint aftanfyri, og Neli hevði við sínum støðuga tempo tikið seg fram. Sum støðan var, lógu Føroyar til gullmerkið í liðkappingini, so har var hart at bíða til teir komu framvið aftur ávegis út á síðsta umgang. Men gleðin var stór, tá teir komu, tí nú hevði Julian lagt seg einsamallan á eitt triðja pláss, og á fimta kom Rógvi, sum var sera væl rennandi. Neli var beint uttanfyri í top-10, og kundi koma at hava avgerandi týdning í liðkappingini. So var at bíða eftir, um støðan helt sær. Fyrst kom ein rennari úr Isle of Man inn á stadion, løtu seinni kom ein rennari úr Gozo, og so kom róp í stóru føroysku fjøldinia, sum bíðaði, tí har kom Julian Gregersen á triðja plássi. Honum á baki kom ein frá Guernsey, og var rópt áður, so var ikki minni rópt, tá Rógvi kom inn sum fimti maður, tí nú var gullið í liðkappingini næstan tryggjað. Tá Neli kom inn á tólvta plássi var alt avgjørt, og teir tríggir høvdu vunnið Føroyum eitt gullmerkið og eitt bronsumerkið í hálvmaraton.
So komu boðrenningarnar, sum ofta eru dramatiskar, og so var eisini hesaferð. Tann fyrsta var 4x100 m hjá kvinnum, har Elisabet Holm Simonsen legði út, og avleveraði til Oddvør Josephsen, sum rann handaru langsíðuna, áðrenn hon avleveraði til Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum rann seinna svingið fyri so at avlevera til Teresu Fríðriksdóttir Bláhamar. Føroysku kvinnurnar vóru ikki styrkismettar til heiðursmerki, og hóast tær runnu væl, so manglaði tað síðsta, og tær endaðu tí á einum fimta plássi í finaluni við tíðini 49,58 sek.
Næsta finalan var, tá mennirnir skuldu royna at verja silvurmerkið á 4x400 m teininum. Her legði Tummas Petur Sjóvará út. Tummas Petur er royndur 400 m rennari, og hetta vísti hann, tí hann rann ein flottan túr og avleveraði til Andreas Bjarnastein Antoft. Andreas venur 110 m rimarenning og hevur tí ikki vant tað spesifikka úthaldni, sum er so avgerandi fyri at kunna renna ein góðan 400 m. Í innleiðandi riðlinum, hevði hann lagt sera varliga út. Nú setti hann meir á, og helt eitt gott tempo uttan at missa nakað móti endanum, sum er tá spesifikka úthaldni ger allan munin. Hann avleveraði til Dánjal í harðari kapping við ein á fimta plássi. Tað kundi tykist vónleyst, tá so langt var fram til heiðursmerkini, men nú áttu spesialistarnir túr, fyrst broncuvinnarin frá 400 m kappingini. Dánjal Dahl Ljósheim reyk avstað sum eitt skot og legði skjótt tann fyrsta afturum, og tann næsta át hann eisini uttan trupulleikar, og so var glopp fram til teir tríggjar fremstu, hetta minkaði støðugt, so tá Dánjal avleveraði til gullvinnaran frá 400 m Jónas Gunnleivsson Isaksen, var frástøðan so mikið lítil, at her var góð vón um eitt heiðursmerkið. Jónas rann skjótt mannin á triðja plássi upp, og helt so á beint framvið honum, og skjótt nærkaðist hann manninum á øðrum plássi. Her bleiv tað ein øgiligur spurtur allan vegin inn um strikuna. Sum so ofta áður, tá Jónas er annar maðurin í einum tøttum spurti, so má hin finna seg í at verða við undilutan. Hesaferð endaði tað við, at Jónas rann Føroyar til silvurmerkið 0,03 sek frammanfyri bronsumerkið.
Síðsta kapping á Pickaquoy stadion var 4x400 m hjá kvinnum. Her legði Elisabet fyri. Hon venur 100 m og longdarlop, og hevur tí, eins og Andreas, ikki vant tað spesifikka úthaldni, sum ger allan munin á 400 m, men tað legði Elisabet onki í. Hon legði hart út og helt eina góða ferð líka til hon nærkaðist síðsta svingi og hevði 100 m eftir. Her fór nógva ferðin at følast, men hon megnaði at halda ferðini og avleveraði til Oddvør á einum fimta plássi, beint aftanfyri nummar fýra. Oddvør, sum nú venur mest 100 og 200 m, hevur áður runnið stak væl á 400 m, og her vísti hon, at hon ikki hevur gloymt, hvussu man rennur 400 m. Hon avleveraði til Mariu á einum bronsuplássi plássi bara trý sekund frá nummar tvey. Munurin minkaði skjótt millum Mariu og hana frammanfyri, og tá Maria avleveraði til Margit vóru tey trý sekundini tódnað niður til ½ sek. Margit rann seg upp í ryggin á henni frammanfyri ávegis inn í næsta sving og royndi at koma framvið, men hendan gjørdi seg breiða og hevði hug at forða Margit at koma framvið. Tað er loyvt at gera seg breiðan, men ikki beinleiðs forða, og ilt er at meta um, hvar markið liggur. Margit helt tó á at pressa, men kom ikki framvið hesaferð, men hon tryggjaði Føroyum eitt flott bronsumerkið. Fyri at gera tað enn betri, so høvdu tær fýra tikið føroyska metið, so tað nú eitur 3 min 53,59 sek.
Tað hevur verið ein sonn fragd at vera á oyggjaleikum við hesum dugnaliga, raska og fitta hópinum av frælsum íðkarum.