Pauli til Respect Your Talent

Pauli Rasmussen, sum spælir við føroyska U19-landsliðnum, hevur um vikuskiftið luttikið í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.

Pauli var ein av teimum, sum vóru kosnir dagsins leikarar í U18 EM-endaspælinum í summar, og fekk hann hervið innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørur fyri Respect Your Talent.

EHF vil við átakinum stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.

Á skránni hetta vikuskiftið vóru m.a. hesi evni, tvíbýtta yrkisleiðin, anti-doping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva. Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsnøvnum, m.a. Hans Lindberg, Viran Morros og Lubomir Vranjes.