Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at annað skipið loysir í vikuni sum kemur.
Hinvegin eru tilsamans níggju frystilínuskip til fiskiskap í løtuni, tey flestu í fremmandum sjógvi.
- Fýra fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru í Eysturgrønlandi, og trý fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Væntandi er, at okkurt av frystilínuskipunum kemur inn at landa í næstu viku.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir við línu fáa mest av toski og hýsu og teir, sum fiska við snellu, fáa mest av toski og eitt sindur av upsa.