Reisigildi á Hulki

- Væntandi er, at alt arbeiðið verður liðugt tíðliga í summar, siga tey í Sjóvar kommunu

 

 

 

Í gjár var reisigildi hjá Sp/f Krafta á Hulki á Strondum.

 

- Goymslutangarnir eru nú settir upp, og eitt stórt stig í verkætlanini er nú avgreitt. 

 

Í Sjóvar kommunu vænta tey, at alt arbeiðið verður liðugt tíðliga í summar.   

 

Týsdagin og mikudagin fluttu fólk hjá Articon og øðrum stóru tangarnar frá bryggjukantinum og hagar, teir skuldu setast.

 

- Arbeiðið gekk bæði skjótt og væl, og tað var ein serligur flutningsvognur, sum koyrdi teir yvir á økið, har teir nú eru settir upp.

 

Í gjár var so reisigildi, og á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir frá hátíðarløtuni á Strondum í gjár.

 

Krafta fer at hava høvuðsvirksemið á Strondum, og tangarnir hjá felagnum eru 17 metrar høgir og 14 metrar í tvørmát.   

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##