Reyði Krossur: Neyðhjálp til Vanuatu

Herfyri lat Reyði Krossur Føroya, í samstarvi við Føroya Landsstýri, 500.000 kr. til neyðhjálpararbeiði í Vanuatu.

Vanuatu, sum er eitt lítið oyggjasamfelagið í Kyrrahavinum, varð rakt av einum herviligum jarðskjálvta stutt fyri jól. Heili 40% av teimum uml. 300.000 fólkunum, ið búgva har, vórðu ávirkað av hendingini.

Jarðskjálvtin oyðilegði heim, infrakervi og bráðfeingistænastur, so sum sjúkrahús, skúlar og vatnveiting.

Støðan er framvegis álvarsom, tí bygningar eru lagdir í oyði og óframkomiligt er eftir fleiri vegum.

Reyði Krossur í Vanuatu setti beinanvegin neyðhjálpararbeiði í verk. Arbeitt hevur verið við at lata neyðsynjarvørur, heilsuhjálp og psykosocialan stuðul, hóast sera truplar umstøður.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

Myndir: Vanuatu Red Cross Society