Russisk drona var helst í rumenskum loftrúmi

Russiska dronan verður sett í samband við álopini á ukrainska býin, Izmail, í nátt

Izmail liggur nær upp at markinum til Rumenia (reyði bletturin á kortinum)

Rumenska verjumálaráðið upplýsir í dag, at ein russisk drona helst hevur verið í rumenskum loftrúmi í nátt.

 

Hetta var ein russisk álopsdrona, sum var á veg móti Ukraina, veit Reuters at siga í morgun.

Verjumálaráðið í Ukraina sigur, at dronan helst var í rumenskum loftrúmi í tríggjar minuttir.

 

Í samband við hendingina vórðu fýra rumensk jagaraflog send avstað at verja rumenskt loftrúm.

 

Tíðindini úr Rumenia um russisku dronuna verða sett í samband við russisku álopini á ukrainska býin, Izmail, í nátt.

 

Sagt verður, at trý fólk lótu lív í álopinum á Izmail, og 14 fingu løstir, siga myndugleikarnir í Ukraina.

 

 

 

Izmail liggur nær upp at markinum til Rumenia (reyði bletturin á kortinum)