Section á pall til Ljósfest 2025

Ein av bólkunum, ið fer at framføra á ársins Ljósfesti í Vági tann 16. august, er vælumtókti tónleikabólkurin Section úr Vági.

 

Section var virkin árini innan og eftir 1990, og varð aftur savnaður á Ljósfestini í 2023. Seinast Section stóð á palli, var á nýggjárinum 23/24 í Vági, tá okkara kæri Hans Jacob Hjelm stóð á pallinum sum frontsangari. Tað hevur verið ein sonn gleði at hoyra teir framføra saman aftur – og áhugin hevur verið stórur, skrivar vagur.fo.

 

Tí varð avtala gjørd um at Section skuldi spæla aftur á Ljósfestini í ár, 2025.

 

Upprunaligu limirnir í Section hava tó valt at fara á pall aftur – hesuferð uttan teirra kæra vin og forsangara – fyri at heiðra minni um vinmannin Hans Jacob Hjelm.

 

Vit fegnast um, at Section aftur verður við til ársins Ljósfest og við sínum tónleiki savnar okkum í einum felags minni og heiðuri.

 

Section verða mannaðir soleiðis á Ljósfestini 2025:

 

Johannus Andreasen, sang

Rúni í Lágabø, keyboard og kór

Árni Joensen, rútmuguitar og kór

Jógvan Elias Thomsen, bass og kór

Ólavur Gaard, lead guitar

Dánjal Jákup Wiberg, trummur