Í kvøld var tað ganesiski Patrick Mensah, sum var tvífaldur málskjútti, tá ið Skála undir Mýruhjalla vann 2-0 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
Hetta vóru fyrstu málini, sum Patrick Mensah hevur skorað, síðani hann í vetur flutti til Skála. Í fjør var hann fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tá umboðaði hann FC Hoyvík, sum hann í næstbestu deildini skoraði eitt mál fyri.
Patrick Mensah legði í kvøld heimaliðið á odda tveir minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Martin Johansen, og tá ið eitt korter var eftir, staðfesti Patrick Mensah heimasigurin, tá ið hann av miðjuni sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin upp í málhornið.
Eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum er Skála topplið við 25 stigum. Málmunurin er 31-2. Tríggjar tær seinastu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum hjá skálamonnum.
KÍ er á sjeynda plássi við 10 stigum.
Um eina viku fer Skála at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Um eina viku fer KÍ at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.