Løgmaður nevndi, at Føroyar ynskja at fáa limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO, í Olympisku Nevndini, í Norðurlandaráðnum – og at vit eisini ynskja at vera í samstarvið bæði Danmark og Grønland. Hann segði, at tey hava verið havt eitt konstruktivt samskifti.
Men málið um ein møguliga nýggjan ríkjafelagsskap millum trý sjálvastøðug lond, soleiðis sum Mette Frederiksen hevur nevnt fleiri ferðir, og sum Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður í 2012 segði seg droyma um, varð ikki tikin upp á tungu.
Eisini nevndi Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, ta spentu støðuna, sum hevur verið viðvíkjandi Grønlandi, síðani amerikanski forsetin Donald Trump fór at tosa um at yvirtaka Grønland.
Hon tosaði nógv um trygd, og nevndi, at fólk fara at minnast hendan fundin fyri, at danski verjuovastin fyri fyrstu ferð var við á fundinum. Hon segði, at tíðirnar »eru ikki normalar« og segði seg ivast í, um tá yvirhøvur fara at gerast normalar aftur.
##med4##
Síggið og hoyrið tíðindafundin við at trýsta á pílin á myndini
Hon segði eisini, at tað er eitt ynski hjá Danmark, at Føroyar og Grønland fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Teir tríggir stjórnarleiðararnir eru samdir um, at tey hava eitt gott og konstruktivt samskifti.
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi legði eisini dent á, at Grønland vil nógv meira sjálvt. Mette Frederiksen segði, at Danmark vil ger nógv størri íløgur í Grønalndi í framtíðini – íløgur, sum Jens-Frederik Nielsen segði hava manglað í nógv ár.
##med2##
##med3##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##