Í kvøld fara Føroyar fyri 250. ferðina á vøllin í altjóða skrásettum landsdysti, síðani Føroyar í 1988 vórðu limir í UEFA og 24. august hetta árið spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin á útivølli ímóti Íslandi.
Í kvøld hittast Føroyar og Montenegro fyri fyrstu ferð í fótbóltslandsdysti fyri A-landslið. Dysturin verður spældur á Gradski stadion í Niksic.
Tá ið Føroyar fyrst í nítiárunum spældu EM undankappingardystir ímóti Jugoslavia, var Montenegro partur av landinum á Balkan. Síðsti dysturin hjá Tito Jugoslavia var ímóti Føroyum. Tað var 16. oktober í 1991 í Landskrona, at Jugoslavia vann 2-0.
Sammett við leygarkvøldið, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Kekkia er føroyska liðið broytt eitt sindur.
Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen og Petur Knudsen. Teir avloysa Bárð á Reynatrøð, Jann J. Benjaminsen, Hall Hansson og Árna Frederiksberg.
Føroyska liðið er soleiðis mannað í kvøld: Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen – Petur Knudsen.