Sparingarnar hjá Ruth Vang koma ikki upp á tal

Samgongukvinnur ósamdar: – Lat meg sláa fast beinanvegin, at sparingarnar, sum Ruth Vang legði fram í útvarpstíðindinum, vera uttan meg

So bersøgin er Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna Javnaðarfloksins, í eini viðmerking á Facebook til Ruth Vang, sum í kringvarpinum fríggjadagin greiddi frá, hvussu landskassin – eftir hennara tykki – eigur at spara á heilsuøkinum, skúlaøkinum, almannaøkjunum og so fram vegis. Hon tosaði um at flyta viðgerðir av Landssjúkrahúsunum til smærri sjúkrahúsini, at leggja skúlaflokkar saman.

Í samrøðuni í útvarpinum vísti Ruth Vang til samtyktu játtanarkarmarnar. Og sambært hesum kørmum skulu 55 milliónir krónur í sparingum finnast í 2026, 90 í 2027 og 125 milliónir í 2028. Hon sigur, at tey hava longu funnið 72 milliónir króur.

Men tað skal sparast meira enn so. Játtannarkarmarnir siga, at tað skulu sparast 160 milliónir í 2029 og 195 milliónir í 2030.

Sambært fíggjarmálaráðfrúuni krevur hetta nýskipanir, sum hon nevndi nøkur dømi um í útvarpssamrøðuni, har hon tó legði dent á, at hetta stóð fyri hennara egnu rokning, tí at semja er ikki í landsstýrinum um ítøkiligu átøkini.

Men tað í øllum førum eingin semja um tað í samgonguni. Og sambært Ingilín Didriksen Strøm kemur tað als ikki upp á tal.

– Lat meg sláa fast beinanvegin, at sparingarnar, sum Ruth Vang legði fram í útvarpstíðindinum í dag, vera uttan meg. Sambært fíggjarmálaráðfrúuni skal sparast á heilsuøkinum, á almannaøkinum, á útbúgvingarøkinum og í tillagaðu størvunum. Hetta má vera eitt spontant hugskot hjá Ruth Vang, tí mær vitandi er ongin politisk avtala í samgonguni ella løgtinginum um hetta. Hvørki sparingarnar ella ítøkiligu uppskotini, og tað av góðum grundum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Hon vísir á, at tað at skava í vælferðini rakar meint, og sparir einki í síðsta enda.

– Politiska skipanin hevur í fleiri ár við skiftandi samgongum snakkað um nýskipanir. Beint nú situr ein bólkur, ið løgmaður hevur kallað saman, við umboðum úr øllum politisku flokkunum – sokallaði »haldførisbólkurin« – og arbeiðir við júst hesum. Veruleikin er, at ofta kostar tað meir her og nú at fáa tingini at rigga betri og bíligari í longdini. Soleiðis er tað eisini í hesum førunum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

– Tað, ið skal gerast, skal vera gjøgnumhugsað og við breiðum meirluta. Tí eitt kunnu vit gera okkum púra greitt, og tað er, at tað at spara í vælferðartænastunum ofta í síðsta enda vísir seg at kosta enn meir, bæði fyri tann rakta og fyri samfelagið. Skal sparast er alneyðugt, at tað ikki gongur út yvir dygdina í tænastuni ella rættindunum hjá teimum, ið skulu loftast av vælferðini – hvørt tað er í skipanunum við tillagagum starvi, á heilsuøkinum, á almannaøkinum ella á útbúgvingarøkinum. Tí so verða útreiðslurnar hægri í síðsta enda, eins og lívskvaliteturin hjá okkara medmenniskjum verður verri, sigur Ingilín Didriksen Strøm í viðmerking til Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú.