Stór grind í Leynum

Boðað er frá stórari grind í Leynum

Grindin verður hildin til á Leynasandi og síðani hálað til Kvívíkar at skera upp.

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at grindaøkið er lýst ein fjórðing frá grindini í allar ættir og uppeftir. Ein fjórðingur er tað sama sum 1.852 metrar.

Sambært vaktleiðaranum er talan um stóra grind.