Stórabretland sendir herfólk til Kypros

Sky News veit at siga, at tvey bretsk herskip longu eru í Miðjarðarhavinum nærindis Kypros og Libanon.

Ísraelsk loftálop har suðuri í Libanon týsdagin

Umleið 700 bretskir hermenn eru sendir til Kypros at hjálpa til við at flyta bretskar ríkisborgarar úr Libanon.

 

Tað veit Sky News at siga.

 

Fráboðanin um bretsku hermenninar kemur samstundis, sum bretskir myndugleikar heita á sínar borgarar um at fara úr Libanon.

Sambært BBC eru umleið 10.000 bretar í krígsherjaða landinum.

 

Sky News veit at siga, at tvey bretsk herskip longu eru í Miðjarðarhavinum nærindis Kypros og Libanon.

 

Bretska loftverjan, Royal Air Force (RAF), er eisini til reiðar at hjálpa til, og Bretland hevur longu loftverjustøðina RAF Akrotiri á Kypros.

 

Sambært bretska kringvarpinum hava myndugleikarnir í Bretlandi í longri tíð umhugsað ymiskar møguleikar, hvussu bretar kunnu flytast úr Libanon.

 

 

 

Ísraelsk loftálop har suðuri í Libanon týsdagin