Seinastu tíðina hevur illgruni verið um, at herverk verður framt á samskiftiskaðlar í Eystursjónum, og aftur í gjár frættist, at ein kaðal helst hevur verið fyri herverki. Hesaferð er tað eitt skip, skrásett í Bulgaria, sum er undir illgruna, men skipaeigarin vísir skuldsetingunum aftur.
Talan er um skipið, Vehzen, og myndin omanfyri er tikin úr filmsbroti, sum er lagt út og vísir, at svenska sjóverjan fer umborð á skipið. Tað var sunnukvøldið, at svenska sjóverjan steðgaði skipinum, eftir at ein kaðal, sum bindur Svøríki til Lettland, hevði fingið skaðar.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at skipið Vehzen, sum er skrásett í Bulgaria undir eigaranum, Navigation Maritime Bulgare, siglir undir maltesiskum flaggi, men sambært tíðindastovunum, Reuters og AFP, sigur bulgarska reiðarríið, at skipið ikki hevur gjørt nakað ólógligt.
Stjórin í reiðarínum, Alexander Kalchev, sum rekur skipið, sigur við AFP, at skipið varð jagstrað av svensku vaktartænastuni.
- Skipið varð jagstrað og biðið um at sigla í svenskan sjógv. Vehzen liggur nú ankrað, meðan tað verður kannað, men skipið hevur einki ólógligt gjørt, leggur reiðarin aftrat.
##med2##
Reiðarin vísir á, at sabotasja er ein bevíst atgerð, har onkur oyðileggur eitt hvørt fyri at røkka einum ávísum máli - ella fyri at tarna einari vinnu. Reiðarin vil tó ikki vísa aftur, at ankarið á skipinum kann hava løstað kaðalin í nógvum vindi.
Svenska sjónvarpið - SVT - veit at siga, at Vehzen liggur nú út fyri Karlskrona í Suðursvøríki, og skipið sær slitið út.
Norski professarin í hernaðarstrategi, Tormod Heier, sigur tað ikki vera óhugsandi, at Russland stendur aftanfyri hesar afturvendandi atgerðir í Eystursjónum, og hann heldur, at hetta kann vera ein partur av sonevnda "hybridkrígnum" hjá Russlandi.