Hundraðtals fólk hava sovið uttan fyri portrini á Pæturstorginum undan jarðarferðini hjá Frans páva í dag.
Tað sæst á myndum frá tíðindastovuni Reuters.
Fólk hava ligið í soviposum á økinum framman fyri Pæturstorgið og á gongubreytum nærhendis í nátt undan jarðarferðini, sum byrjar í morgun kl. 9
BBC skrivaði klokkan 5:35, at tey fyrstu fólkini sluppu inn á Pæturstorgið, umleið somu tíð sum sólin reis.
Ein av teimum mongu, sum hevur staðið í kø, er írska Catherine, sum hevur tikið pútur, teppir, sólkrem og regnklæðir við.
- Tú veitst ongantíð, hvat tú kanst vænta tær í Rom hesa ársins tíð, sigur Cathrine við BBC.
Írska kvinnan sigur, at hon ferðaðist til jarðarferðina hjá pávanum fyri at heiðra hann og hansara drúgva arbeiði.
Frans pávi, sum hevur verið pávi síðani 2013, doyði mánadagin klokkan 6:35 av heilabløðing og síðani hjartasteðgi.
##med2##
Opna kistan hevur verið í Pæturskirkjuni í Róm síðani mikudagin. Umleið 250.000 vitjandi hava lagt leiðina framvið kirkjuni at siga pávanum farvæl.
Fríggjakvøldið vórðu hurðarnar í Pæturskirkjuni stongdar, eins og kistan varð stongd og innsiglað.
Frans pávi hevur valt at verða lagdur til hvíldar í kirkjuni Santa Maria Maggiore, sum liggur umleið fýra kilometrar frá Vatikaninum.
Tað er fyrstu ferð í meira enn hundrað ár, at ein pávi er grivin uttan fyri Vatikanið.
Pávin hevur biðið um at verða jarðaður í einari einfaldari trækistu.
##med3##
Fleiri heimsleiðarar eru við til jarðarferðina - eitt nú amerikanski forsetin, Donald Trump, og franski forsetin, Emmanuel Macron, sum longu fríggjadagin gingu framvið kistuni fyri at minnast pávan.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, luttekur eisini. Tað sama er galdandi fyri Javier Milei, sum er forseti í heimlandinum hjá Frans páva, Argentina.
Mary drotning er einasta almenna umboð fyri Danmark á hátíðarhaldinum./Ritzau/