Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri einum rættiliga óvæntaðum tapi á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel.
Kiel tapti 26-30 fyri Rhein-Neckar Löwen, ið er nummar 10 í týsku bundesliguni. Í steðginum var Rhein-Neckar Löwen á odda 12-10.
Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum.
Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 42 stigum. Kiel hevur seks stig upp til liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt sum hevur 48 stig.
Melsungen á fimta plássinum er bert eitt stig aftanfyri Kiel.
2. hvítusunnudag, mánakvøldið 20. mai klokkan 18 tekur Kiel móti Göppingen í Wonderino høllini.