THW Kiel vann greiðan sigur á útivølli

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu er fjórðfremst í týsku bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Göppingen.

 

Kiel vann rættiliga greitt 36-29. Í steðginum var Kiel frammanfyri 19-14.

 

Elias skoraði upp á tann eina málmøguleikan hann fekk, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist). 

 

Kiel er fjórðfremst í deildini við 38 stigum. Fremst eru liðini hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Melsungen, ið hava 42 stig hvør.

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er triðfremst við 39 stigum. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt eru nummar fimm við 36 stigum.

 

Í morgin klokkan 14 verður føroyingauppgerð millum Füchse Berling og Hannover-Burgdorf í Max Schmelling høllini í Berlin.