Tríggir mánaðir gjørdust til 30 ár

Hann byrjaði sum avloysari, og ætlanin var, at hann fyribils skuldi starvast á skrivstovuni í tríggjar mánaðir.

Hósdagin hin 4. juli vóru 30 ár liðin, síðan Hans Jacob Joensen í Sandavági byrjaði á skrivstovuni hjá Føroya Fiskimannafelag, og her starvast hann framvegis. 

 

Hann byrjaði sum avloysari, og ætlanin var, at hann fyribils skuldi starvast á skrivstovuni í tríggjar mánaðir. Men, nú eru hesir tríggir mánaðirnir vorðnir til heili 30 ár.

 

Hans Jacob Joensen er álitismaður burtur av, og hann hevur verið Føroya Fiskimannafelag ein góður og dugnaligur starvsfelagi øll hesi mongu ár á skrivstovuni.

 

Sjálvur vildi hann ikki, at nakað skuldi gerast burtur úr starvsdegnum, men tey í felagnum høvdu syrgt fyri vældekkaðum borði stundisliga hósmorgunin.

 

Hóast hetta ikki var eitt alment tiltak, vóru fleiri fólk á gátt og heilsaðu upp á Hans Jacob Joensen á starvsdegnum.

 

Kona hansara, Inga, børn og abbabørn nýttu eisini høvi at heilsa honum á degnum, og seinni takkaði Hans Jacob Joensen øllum, sum høvdu vent sær til hansara.

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag sigur hann soleiðis: 

 

Hjartans tøkk til øll, sum komu at heilsa upp á meg, nú eg hevði 30 ára starvsdag. Takk fyri blómur, gávur, heilsanir, uppringingar og góð ynskir. Takk til starvsfelagar.

 

- Stuttligt og gleðiligt, at so nógv fólk komu á gátt. Ein stak hugnaligur og góður dagur. Takk fyri, øll somul, ljóðar heilsanin hjá Hans Jacobi Joensen.

 

##med2##