Tríggir menn ákærdir fyri at noyða pengar frá Schumacher

Tríggir ákærdir menn royndu at snýta familjuna hjá Michael Schumacher fyri 15 milliónir evrur.

Michael Schumacher vann sjey heimsmeistaraheiti í Formel 1 millum 1994 og 2004. (Savnsmynd). - Mynd: Orlando Kissner/Ritzau Scanpix

Ákæruvaldið í Wuppertal hevur ákært tríggjar menn, sum royndu at snýta familjuna hjá Michael Schumacher.

Tað boðaði høvuðsákærin Wolf-Tilman Baumert frá í dag, sambært týska blaðnum Bild.

Snýtararnir hóttu við at almannakunngera 1.500 fílur um Schumacher á "myrka internetinum".

Fyri at sleppa undan at verða útgivin, mátti familjan rinda 15 milliónir evrur, sum svarar til 112 milliónir krónur.

Týsdagin skrivaðu týsku miðlarnir, at tveir menn - ein pápi og ein sonur ávikavist 53 og 30 ára gamlir - vóru handtiknir í málinum, men mikudagin frættist, at tað vóru tríggir ákærdir.

Penganoyðararnir høvdu eftir øllum at døma millum 400 og 500 myndir av Schumacher umframt umleið 1.000 fílur, sum millum annað skuldu innihalda medisinlistar og sjúklingaskráir hjá honum.

Í desember 2013, stutt eftir at yrkisleið hansara var liðug, var Schumacher fyri eini skíðvanlukku, har hann fekk umfatandi heilaskaða. Men enn eru tað bara tey nærmastu, sum veruliga vita, hvussu hann hevur tað í dag.

Hóast nærgangandi journalistar, sum enntá hava roynt at lumpað seg við upplýsingum, hevur familjan megnað at vart Ferrari-stjørnuna.

Í meira enn 11 ár hevur almenningurin ikki sæð tann nú 55 ára gamla Michael Schumacher, og einki er komið út um støðuna hjá honum. Bert tey, sum eru nærmast og umsorganarfólkið á heiminum, vita nakað.

Michael Schumacher vann sjey heimsmeistaraheiti í Formel 1 millum 1994 og 2004. Tað er met, sum hann deilir við Lewis Hamilton.

 

/Ritzau/

 

Michael Schumacher vann sjey heimsmeistaraheiti í Formel 1 millum 1994 og 2004. (Savnsmynd). - Mynd: Orlando Kissner/Ritzau Scanpix