Tryggari farleið niðan á Støðlafjall

Í síðstu viku hava sjálboðin í Closed for Maintenance arbeitt á Støðlafjalli

Eysturkommuna skrivar, at endamálið í ár var at betra um gøtuna niðan á Støðlafjall, og nógv varð nádd í hesum tíðarskeiði. Arbeiðið fevndi millum annað um, at byggja brúgv tvørtur um eina stóra veit, at skapa trin har tað var neyðugt, at leggja løgsteinar, og at gera annað smávegis. Á liðinum, sum arbeiddi á Støðlafjalli, vóru ikki minni enn 7 tjóðskapir vóru umboðaðir.

 

Í Eysturkommunu, eru tey takksom fyri samstarvið og arbeiðið, sum liggur aftanfyri eina slíka verkætlan. Hesi sjálvbodnu eru uttan iva við til, at skapa eina tryggari og hugnaligari uppliving fyri øll, sum njóta vøkru náttúruna á Støðlafjalli.

 

Síðani verkætlaninin, Closed for Maintenance, varð sett í gongd í 2019, hevur hon savnað sjálvboðin arbeiðsmegi úr øllum heiminum, ið hjálpa til við at verja og varðveita ta dýrabæru føroysku náttúruna. Við einum felags ásetningi um burðardygdleika, hava tey arbeitt á fleiri støðum og oyggjum, fyri at betra náttúruna og samstundis minka um árin av menniskjaligum virksemi.

 

##medd2##

 

##med3##