Tveir koyrdu fullur og eldur í uppvaskimaskinu

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at eldur var í eini uppvaskimaskinu

Men fólk bóru skjótt at, bara fólk í húsinum, grannar og fólk, sum komu framvið. Tey fingu sløkt eldin og fingu uppvaksimaskinuna út, so skaðin gjørdist avmarkaður til maskinuna og borðplátuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Í Havn tók løgreglan eisini tveir bilførarar í nátt. Annar var tikin klokkan 04:50 og hin klokkan 05:20. Í báðum førum var vísti tað seg, at bilførararnir høvdu drukkið ov nógv til at koyra bil, og teir verða skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.