Týskt ferðafólk læt lív í hávaálopi

Kvinnan hevði mist annað beinið í álopinum, og áðrenn bjargingartyrlan náddi til lands, fekk hon hjartasteðg og doyði.

 

Eitt týskt ferðafólk hevur í dag latið lív eftir eitt hávaálop einar 500 kilometrar sunnanfyri Kanarisku Oyggjarnar.

 

Tað upplýsir vaktartænastan um hesar leiðir fyri AFP-tíðindastovuni.

 

Sagt verður, at kvinnan var á ferð við einum seglbáti, sum er skrásettur í Bretlandi, tá vanlukkan hendi.

 

Eftir álopið bað manningin á seglbátinum myndugleikarnar í Spaniu og Marokko um hjálp.

 

Kvinnan hevði mist annað beinið í hávaálopinum, og bjargingartyrla varð send út á havleiðina eftir henni.

 

Tyrlan tók kvinnuna upp úr bátinum og fleyg móti Las Palmas á Gran Kanaria við henni.

 

Tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga lívinum á henni. Týska kvinnan doyði av hjartasteðgi, áðrenn tyrlan kom til lands.

 

Sambært altjóða tíðarritinum, Shark Attack File, er tað ikki so ofta, at hávur leypir á menniskju.

 

Í fjør komu fráboðanir um 69 hávaálop í heimshøpi, harav 14 fólk lótu lív, veit Shark Attack File at siga.