Ísraelski herurin hevur bumbað mál í Beirut í Libanon seinnapartin í dag.
Tað upplýsir IDF, sum ísraelska verjan verður stytt, á X, fyrrverandi Twitter, seint í dag.
Heilsumálaráðharrin í Libanon upplýsti fyrr í dag, at í minsta lagi 274 fólk eru deyð í ísraelsku álopunum.
Tíðindastovan, Reuters, veit at siga, at ísraelsku álopini seinnapartin hava havt Hizbollah-kommandantin, Ali Karaki, sum mál.
Og ísraelska ávísin, Haaretz, sigur seinnapartin, at Ali Karaki er dripin.
Í dag vita útlendskir tíðindamiðlar eisini at siga, at USA nú sendir fleiri deildir til Miðeystur, eftir at kríggið millum Ísrael og Hizbollah herðist.
Pentagon-talsfólkið, Pat Ryder, vil einki siga um, hvønn leiklut amerikansku deildirnar ella herfólkini skulu hava í økinum.
- USA hevur frammanundan 40.000 herfólk um hesar leiðir, og nú verður stúrt fyri, at kríggið í Miðeystri verður enn meira umfatandi, verður lagt aftrat.