Nú hevur 39 ára gamli manbúgvin, Mark Cavendish boðað alment frá, at hann gevst sum yrkissúkklari. Staðfestast má, at hann saman við okkara egna svimjara, Pál V. Joensen er tann kendasti íðkarin, ið hevur tikið lut á oyggjaleikunum, síðani teir byrjaðu í 1985.
Mark Cavendish sigur, at hann aftaná 20 ár sum yrkissúkklari hevur rokkið øllum tí hann kundi droyma um.
Í 2003 vann Mark Cavendish býarkoyringina á oyggjaleikunum á Guernsey, bara eitt hálvt hjól frammanfyri Sam Firby hjá Jersey, ið sum eitt býtt feiraði sigurin áðrenn hann kom innum málstrikuna, og sá ikki, at Mark Cavendish frá Oynni Man fleyg framvið honum í allarseinastu løtu, og tók harvið oyggjaleikagullið. Tá var Mark Cavendish bert 18 ára gamal.
Á oyggjaleikunum í 2003 vann Mark Cavendish eisini gull í liðkappingini, og í tíðarkoyringini.
Seinni bleiv Mark Cavendish yrkissúkklari og vann 35 etapir í heimsins gitnastu súkklukapping, Tour dé France. Hann hevur eisini vunnið 17 etapir í Giro d´Italia, umframt fleiri aðrar sigrar.
Mark Cavendish vann HM-gull í 2011, og OL-silvur og HM-silvur í 2016. Hann hevur eisini vunnið Oynni Man eitt gullheiðursmerkið á Commonwealth-leikunum í Melbourne í Avstralia í 2006.
Danski yrkissúkklarin, Michael Mørkøv nevnir Mark Cavendish besta sprintaran nakrantíð.