Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock fingu eina rimmar byrjan upp á nýggja kappingarárið. Á Orlen leikvøllinum í Plock eydnaðist tað Wisla at vinna 2-0 á Korona Kielce í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Lukasz Sekulski gjørdist stóra hetjan hjá Wisla Plock. Hann legði heimaliðið á odda við einum brotssparki beint undan steðginum, og í 77. minutti staðfesti hann sigurin.
Andrias fekk fulla spælitíð og skrivaði søgu við at gerast fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið spælir í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Wisla Plock:
##med2##