VIDEO: Gilli og Odd mistu alt seinastu løtuna

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Odd 3-2 (1-1)

Áðrenn dystin í dag í bestu norsku fótbóltsdeildini millum Tromsø og Odd norðuri í Tromsø vóru Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir ósigraðir í teimum seinastu átta dystunum.

 

Gilli og liðfelagarnir vóru eisini á sigurskós leingi í dystinum. Tá 89 minuttir vóru farnir var Odd á odda 2-1, men tá megnaði Tromsø at javna til 2-2. Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Tromsø eitt brotsspark, ið teir skoraðu uppá.

 

Odd má tí ferðast aftur langu leiðina heimaftur til Skien í Telemark uttan nakað stig í ferðaskjáttuni.

 

Mikael Ingebrigtsen legði annars Odd á odda 1-0 longu tá átta minuttir vóru spældir av dystinum. Tromsø javnaði til 1-1 fýra minuttir undan steðginum. Mikael Ingebrigtsen legði Odd á odda 2-1 tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men seinastu løtuna koppaði Tromsø øllum á høvdið.

 

Tromsø er nummar sjey í deildini við 35 stigum. Odd hevur 13 stig upp til triðja plássið, ið gevur evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Har liggur Bodø/Glimt við 48 stigum. 

 

Komandi leygardag hevur Odd heimadyst móti Vålerenga.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Odd 3-2 (1-1) :

 

##med2##