VIDEO: Síggj málið Jóan Símun skoraði fyri Shkupi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Shkupi-Besa 1-1 (1-0)

Ígjár leiktu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi javnleik 1-1 móti Besa í heimadysti í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Hæddarpunktinum hjá Shkupi stóð Jóan Símun fyri, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki ur stuttari frástøðu legði heimaliðið á odda 1-0. Talan er um annað málið hjá Jóan Símuni í deildini hetta kappingarárið. Jóan Símun hevur eisini skotið trý mál í steypakappingini. 

 

Shkupi er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. Fremst er Gostivar við 15 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##