VIDEO: Soleiðis vunnu Mikkjal og AIK á Hammarby

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Hammarby 1-0 (0-0)

Í dag spældi AIK Stockholm á heimavølli grannauppgerð móti Hammarby frammanfyri heili 50.000 áskoðarum.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0, men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist John Guidetti stóra hetjan hjá AIK, tá hann skoraði sigursmálið til 1-0, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum hjá Hammarby.

 

AIK hevur vunnið 28 stig av 30 møguligum stigum í 10 teimum seinastu dystunum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Hammarby 1-0 (0-0):

 

##med2##