Tað endaði við 3-2 sigri til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá 07 Vestur um døgurðatíð høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.
Í dag skoraði 07 Vestur fyrstu málini í ár, og tað var tætt við, at tað í síðsta minutti eydnaðist heimaliðnum at javna til 3-3, men bólturin streyk framvið málið aftanfyri Hans Jákup Arngrímsson, tá ið Jónatan Nattestad royndi seg.
Víkingur legði seg beinanvegin á odda við brotssparki, sum Rani Hansen tók sær av.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði 07 Vestur til 1-1. Málskjútti var Edvin Jakobsen, sum í síni tíð var ein av best gávaðu spælarunum á Skála. Hann varð illa skaddur og noyddist at gevast í bestu deildini í 2019. Í næsta mánað verður Edvin 34 ár, og nú spælir hann á liðnum hjá 07 Vestur í næstbestu deildini.
Smáar tíggju minuttir eftir steðgin var Rani Hansen aftur upp á spæl, og so var 2-1 til Víking. Arnór Brandsson átti uppleggið. Rani Hansen hevur nú skorað fýra mál í 1. deild í ár.
Tíggju minuttir undan leikloki var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum eftir hornaspark økti um leiðsluna hjá Víkingi til 3-1, og fýra minuttir seinni minkaði Rasmus Helgason um munin til 3-2. Hetta var fyrsta málið hjá 16 ára gamla Rasmusi Helgason í næstbestu deildini, veit FaroeSoccer at siga.
Víkingur hevur vunnið tveir og tapt ein dyst.
Mikudagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti ÍF, og leygardagin um eina viku fær Víkingur vitjan av KÍ.