Beinir Johannesen hevur tí sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmaknaðarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hann spyr soleiðis:
1. Hevur landsstýrið gjørt útgreiningar av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar?
2. Um ja, veit man, hvørja ávirkan tað hevur á tann almenna og privata arbeiðsmarknaðin?
3. Hevur man greinað, hvat tað ger við arbeiðsútboðið?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Beinir Johannesen á, at í samgonguskjalinum verður nevnt, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar, og tað verður skipað við lóg. Eisini hevur løgmaður nevnt í sínari frágreiðing á ólavsøku, bæði í ár og í fjør, at landsstýrið fer at koma við einum uppskoti.
Hann spurdi í fjør, hvat fíggjarliga avleiðingin var av hesum, og hvussu ávikavist almenni og privati arbeiðsmarknaðurin blivu raktir. Tá var svarið, at tølini vóru í umbúnaði. Nú eitt ár er farið hevði verið áhugavert at frætt, um tølini vóru tøk, um støða skal takast til málið skjótt.
– Búskaparráðið og onnur hava ávarað móti ætlanum áður, tí tað fer at skaða okkara haldføri. Í heystfrágreiðing síni ynskti Búskaparráðið, at man greinaði, hvat ein stytting av arbeiðsvikuni gjørdi við okkara arbeiðsútboð, ið frammanundan er lítið. Tí verður hesin spurningur reistur, um landsstýrið hevur gjørt nakra greining hesum viðvíkjandi, sigur Beinir Johannesen.