Virgar Viberg, sum er ættaður av Nesi, var bert 13 ára gamal, tá hann fór sín fyrsta túr til skips, og hetta var á sild við Morning Star.
Í dag er hann 73, og hann er framvegis sjómaður. Virgar siglir sum kokkur við ísfiskatrolaranum, Safir, sum JFK í Klaksvík eigur.
At maðurin hevur verið sjómaður øll hesi mongu ár vildi Føroya Fiskimannafelag í dag veita honum eina heiðursgávu fyri.
Á einari løtu á Fiskimannafelagnum seinnapartin, har gott kaffi og góðar køkur vóru á borðinum, fekk sjómaðurin heiðursgávu.
Gávan er eitt vakurt lummaur, sum Jan Højgaard handaði sjómanninum, sum fór sín fyrsta túr til skips longu sum bert 13 ára gamal.
Virgar Viberg hevði siglt sum skipari og stýrimaður, men nú seinnu árini hevur hann mest siglt sum kokkur.
- Hetta er tað einasta, eg kann brúkast til nú, sigur hann brosandi. Virgar loysir tó av á øðrum postum umborð, onkuntíð sum stýrimaður.
Tá vit skiftu orð við hann á skrivstovuni á Føroya Fiskimannafelag í dag nevndi hann, at hann eisini hevði siglt sum maskinmaður.
So, fiskimaðurin við ættarbondum av Nesi hevur roynt tað mesta av tí, sum kann roynast á sjónum - og longri enn teir allar flestu.
- Eg byrjaði á sildaveiði við gørnum, men í nógv ár havi eg siglt við trolarum. Eg havi eisini siglt fleiri ár við línuskipum, sigur hann.
##med2##
Eitt skifti miðskeiðis í nítiárunum sigldi hann við donskum trolbáti í nøkur ár, og hetta var um ta tíðina, tá føroyskir trolbátar fiskaðu í Eystursjónum.
Virgar Viberg sigur, at mongu árini á sjónum merkjast á kroppinum. Heilsan hevur verið góð, men knøini eru ikki, sum tey vóru.
- Eg havi siglt við Safir í eini sjey ár, og hvussu long tíðin umborð verður aftrat, veit eg ikki. Eg taki ein túr í senn, sigur hann brosandi, tá vit hittu hann í dag.