Vísa fram føroyskan film í Berlin

Føroyskur hópur av leikstjórum, framleiðarum og filmsfakfólkum hevur seinastu dagararnar verið á stóru filmstevnuni Berlinale 2023 í Berlin.  

Seinastu dagararnr møtt keyparum, framleiðarum og filmsvinnufólki á marknaðarpartinum á Berlinaluni, sum er ein hin týdningarmesti, tá tað snýr seg um fígging, sølu, keyp og samstarv um filmsverkætlanir.

 

Í gjár var ein stór og áhugaverd grein SCREEN INTERNATIONAL um framtíðina hjá føroyskum filmi – bæði um føroyskar framleiðslur broytingarnar í lógina um afturbering (reimbursement), sum nýggja samgongan arbeiðir við. Greinin hevur vakt ans í vinnuni og tí hevur gravgangur verið á básinum í dag.


Í morgin er Nordic Monday á skrá. Føroyska filmshúsið er limur í Nordic Film Commissions og skipar fyri degnum saman við hinum Norðanlondunum.  Meira er at lesa um vitjanina í Berlin á facebook vanganum hjá Filmshúsinum ella í filmsbrotinum niðanfyri, sum Gudmund Helmsdal hevur sett saman frá fyrstu døgunum í Berlin.

 

##med2##