Yngri fólk fáa eisini demens

Demensur rakar oftast eldri fólk, men fólk miðskeiðis í lívinum kunnu eisini fáa demens.

Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Depilinum, skrivaði í sambandi við Alzheimersdagin, sum var í farnu viku:

 

Tá ein fær demenssjúku miðskeiðis í lívinum, hevur hetta við sær heilt aðrar trupulleikar og avbjóðingar, enn tá ein er eldri. Tað kann vera, at ein framvegis hevur eitt arbeiði at passa og tað kunnu verða børn, sum framvegis búgva heima. Yngri fólk við demens og avvarðandi teirra hava tí serligan tørv á stuðli og fyriskipanir, sum eru serliga tilpassaðar teimum.

 

Í Føroyum eru fleiri fólk undir 65 ár, sum hava demens. Nøkur teirra hava enn ikki fingið tað staðfest, tí tað ofta verður misskilt sum okkurt annað. Um títtleikin er nøkunlunda samsvarandi grannalondunum, so verður hildið, at eini 30 fólk í Føroyum undir 65 ár hava demens.  Kynsbýtið er nøkunlunda líka og Alzheimers sjúka og vaskulerur (æðra) demensur eru vanligastu orsakirnar hjá teimum yngru.

 

Serligar avbjóðingar at staðfesta demens hjá yngri

 

Tað eru nakrar serliga avbjóðingar við at fáa staðfest demens hjá teimum yngru, og í nøkrum førum ganga fleiri ár frá teimum fyrstu teknunum til hetta verður staðfest.

 

Hetta kemst av, at tey byrjandi demensteknini kunnu verða torført at skilja frá øðrum sjúkum og tilstandum, sum eru nógv vanligari millum yngri, t.d. depressión ella strongd,  har ein eisini kann hava kognitivar avbjóðingar sum trupulleikar við minninum. Altjóða kanningar vátta ein gongd, har yngri við demenssjúku ofta hava haft tekin longri enn tey eldru, tá diagnosan verður sett.

 

Hvat eyðkennir demens hjá yngri ?

 

Eins og hjá eldri fólki, so er Alzheimers sjúkan eisini tann mest vanliga orsøkin til demens hjá yngri. Alzheimerssjúkan er eyðkend við minnistrupulleikum sum tað fyrsta og oftast mest týðuliga teknið í byrjanini. Onnur tekin koma sníkjandi, til dømis málsligir trupulleikar, har trupult kann verða at finna orð, avbjóðingar við tí rúmligu sansanini, trupulleikar við at hugsavna seg og vánalig metingarevni. Onkuntíð verða hesi seinnu teknini mest týðulig seinni í sjúkugongdini.

 

Men hjá yngri fólki við Alzheimer er sjúkumyndin oftani ikki heilt typisk. Tað kann byrja við trupulleikum at sansa rúmliga ella trupulleikar av málsligum slagi, meðan minnið kann framhaldandi vera í lagi nokkso leingi. Hetta er munandi meira vanligt hjá teimum yngru, enn hjá teimum eldru, at gongdin er soleiðis.

 

Tað kann geva avbjóðingar og verða truplari hjá teimum yngru, um tey hava eina atypiska gongd. Tað kann verða truplari at fáa røttu diagnosuna, tí tey ikki verða ávíst til demenskanningar, og nógv uppliva, at tey ikki fáa neyðugu hjálpina og vegleiðingina.

 

Broytingar og nýggj kor fyri alla familjuna

 

At fáa demens tíðliga, hevur við sær stórar broytingar í lívsstøðuni, bæði fyri tann sum verður raktur og fyri avvarðandi. Framtíðin má endurskoðast. Tað skulu takast avgerðir um hvussu gerandisdagurin skal skipast, tá arbeiðslívið má enda áðrenn ætlanin var. Hvussu skal familjan skipa síni fíggjarligu viðurskifti og tað koma nógvir, nógvir praktiskir spurningar.

 

Hetta fær eisini stóra ávirkan á hini í familjuni. Familjulívið verður oftani broytt heilt avgerandi, bæði í mun til leiklutirnar og fyriskipanir. Tann sum heur fingið demens fær heilt broytt tilknýti til arbeiðsmarknaðin og hvussu við arbeiðslívinum hjá partnaranum, tá tørvurin verður at onkur er við hús saman við tí sum hevur fingið demens ?  Vit vita frá altjóða kanningum, at avvarðandi til yngri við demensi, oftani hava tekin um trýst, strongd og depressión.

 

##med2##

 

Tørvur á serligum skipanum

 

Yngri við demensi og teirra avvarðandi hava tørv á serliga skipaðum stuðli og átøkum. Tey hava eisini tørv á at hitta onnur, sum eru í somu støðu. Eisini er umráðandi at fáa nakrar fyriskipanir/tilboð, sum kann hjálpa við teirra tørvi og ynskjum, og sum eisini fylla gerandisdagin við onkrum gevandi, tá arbeiðslívið má enda. Tað er ein avbjóðing at finna og skipa hesi tilboðini til tey yngru við demensi.

 

Eisini tey avvarðandi, bæði vaksin, ung og børn í familjuni, hava tørv á serligum tiboðum um stuðul og at hitta onnur, sum hava onkran yngri í familjuni, sum hevur fingið demens.

 

Tá eldraøkið varð flutt til kommunurnar í 2015, hava kommunurnar eisini havt tilboðini og fyriskipanirnar til demens, - men ikki at tilboðunum til tey yngri við demens. Í Føroyum er tað Almannaverkið, sum skal standa fyri øllum tilboðunum til tey yngru við demensi. Hendan skipanin er ikki nøktandi og avvarðandi, feløg og Almannaverkið hava leingi heitt á myndugleikarnar um at broyta hetta, so hendan uppgávan eisini liggur hjá kommununum. Hildið verður, at kommunurnar hava royndirnar á demensøkinum og Almannaverkið hevur havt trupult við at gera tær neyðugu tillagingarnar til einstøku tilburðirnar og við at røkka um alt landið og sostatt hjálpa fólk nærindis har tey búgva.

 

Tey yngru við demens merkja, at tað framvegis er ein langur vegur til tað demensvinarliga samfelagið.

 

Demensklinikkin 2024  - Altjóða Alzheimersdagur