Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, mælir nú til, at eitt nýtt umfar við friðarsamrøðum verður við Russland í næstu viku.
Hann heldur, at neyðugt er við meira drívmegi í friðarsamrøðurnar. Forsetin sigur, at Ukraina er til reiðar fyri samrøðum á leiðarastigi.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
Tilgongdin við friðarsamráðingum millum londini steðgaði í juni, eitt nú tí, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki møtti upp í Istanbul.
Tað er skjótt hálvt fimmta ár liðið, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina, og Russland hevur ikki givið sínum grannum lívsnáðir síðan.
Longu fyri tveimum árum siðan søgdu serfrøðingar, at Russland hevur umleið 90 prosent av sínari landhermegi inni í Ukraina.