11 ár síðani Víkingur tapti á Svangaskarði

Venjarin hjá Víkingi var á B68 liðnum, sum fyri 11 árum síðani vann ímóti Víkingi

Í dag verður Víkingur fyri aðru ferð í fýra dagar gestur á eystara armi á Skálafjørðinum. Mikukvøldið endaði tað 1-1 við Løkina í Runavík, og í dag er dagsskráin B68 á Svangaskarði.

Toftamenn eiga í dag fyri aðru ferð í fýra dagar heimavøll í oyggjauppgerð. Mikukvøldið vísti B68 við 3-1 sigri ímóti ÍF, at tað ikki bara eru orð, tá ið B68 venjarin Øssur Hansen aftur og aftur hevur sagt, at hann heldur, at liðið hjá honum er nóg gott at sleppa undan niðurflyting.

B68 hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti Víkingi í 11 ár. Tað var í 2010, at B68 tvær ferðir vann á heimavølli ímóti Víkingi. Fyrri dysturin endaði 5-3, og tann seinni 2-0. Tveir menn, sum í dag eru á Svangaskarði, vóru á B68 listanum ta ferðina. Annar var Jóhan Petur Poulsen, sum nú er venjari hjá Víkingi, og hin Øssur Hansen, sum nú er venjari hjá B68.

Sølvi Vatnhamar var á liðnum hjá Víkingi, sum 26. september í 2010 tapti 2-0 á Svangaskarði.