Norskur laksamilliarderur deyður í ferðsluvanlukku

- Tað er við sorg, at vit boða frá, at parteigari í Nova Sea er deyður í Póllandi

Ein av eigarunum í alifyritøkuni, Nova Sea í Noregi, Håkon Vigner Lindal Olaisen, læt lív í einari ferðsluvanlukku í Póllandi í gjár, 1. mai.

 

Tað sigur Daniel Bjarmann Simonsen, sum er stjóri fyri samskifti og vinnulívspolitikki í fyritøkuni, við norska kringvarpið, NRK.

 

- Tað er við sorg, vit boða frá, at parteigarin í Nova Sea er deyður í Póllandi. Fleiri í fyritøkuni kjendu Håkon, og okkara tankar eru hjá familju hansara, sigur hann.

 

Håkon Vigner Lindal Olaisen var føddur í 1982. Hann var yngstur av børnunum hjá Steinari Olaisen og Monu Lindal. 

 

Í einum yvirliti hjá Kapitals yvir 400 tey ríkastu í Noregi, lá Håkon Vigner Lindal Olaisen á einum deildum 305-plássi saman við systrum sínum, Aino og Mariu.

 

Øll trý stóðu fyri at eiga ognir fyri stívliga 1,5 milliardir norskar krónur. Eins og systrarnar, var Håkon parteigari í fyritøkuni, Nova Sea AS. 

 

Nova Sea byrjaði sítt virksemi í 1972, og tá kallaðist fyritøkan, Lovund Sjøprodukter. Upprunaliga Nova Sea varð stovnað í 1985.

 

Felagið telist í dag millum størstu veitarar av alilaksi í Norðurnoregi.

 

Fram til hin 30. januar í ár áttu Vigner Olaisen 52 prosent, Mowi 43 prosent, og aðrir aktørar áttu fimm prosent í fyritøkuni.

 

- Eftir at hava keypt partabrøvini hjá Vigner Olaisen fyri 7,4 milliardir norskar krónur, eigur Mowi nú 95 prosent av Nova Sea, veit NRK at siga.

 

##med2##