Føroysku U19 landsliðini í sandflogbólti eru til undankapping til U20 EM-kapping í 2026. Kappingin fer fram í Dublin.
Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið, og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið.
Undankappingarnar eru skipaðar sum økisundankapping. Føroysku liðini luttaka í SCA-økinum, sum er ein bólkur av smærri londum í CEV. Vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM-endaspælinum, sum verður í 2026.
Maria og Osla rukku hálvfinalunum, har tær taptu fyri ovast styrkismetta liðnum úr Írlandi, Cassidy/Hulcahy. Talan gjørdist um 0-2 tap. Í seinna settinum stóð á gomlum nøglum. Settmunurin var 21-17 og 23-21.
Í bronsudystinum taptu Maria og Osla 0-2 fyri Marinósdóttir og Pétursdóttir úr Íslandi. Settmunurin var 15-21 og 14-21.
Hákun og Rani taptu í fjórðingsfinalunum 0-2 fyri Gillies og Caesar úr Skotlandi. Settmunurin var 16-21 og 19-21.