Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av Víkingi.
Sigurin er kærkomin hjá víkingunum, nú teir fara at savna seg um altjóða avnjóðingina, sum hóskvøldið bíðar teimum á heimavølli og eisini í kappingini um at vinna fjórða plássið, sum kann bera atgongd til europeiska kapping um eitt ár, um tað ikki seinni í heyst fer at eydnast at vinna steypafinaluna ímóti KÍ.
Ragnar Skála legði Víking á odda, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Sera eyðsýndi Ari Olsen var við í uppspælinum í høgru, áðrenn hann legði innfyri, og dygst undir málinum var Ragnar Skála fyrr á bóltinum enn málverjin hjá heimaliðnum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki svaraði 07 Vestur aftur. 1-1 málskjútti var argentinski álopsspælarin Tobias Fabian Giusti, sum av álvara hevur gjørt mun, síðani hann fyrr í summar flutti úr KÍ og vestur í Vágar. Eftir innkast í høgru var tað Mikkel Hyllegaard, sum av baklinjuni í høgru átti innleggið til fremra stólpa, har Giusti var fyrr á bóltinum enn landsliðsmálverjin millum stólparnar hjá Víkingi.
Sum seinni hálvleikur leið, var Víkingur meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri vandamiklar støður frammanfyri heimamálið, enn tað vóru í hinum endanum. Víkingur skifti Aron Jarnskor Ellingsgaard, Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen inn, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað hjá Víkingi at tiltuska sær 2-1 sigursmálið.
Vongverjarnir báðir vóru framrættaðir og álopshugaðir, og lítla løtu undan, at tað eydnaðist at skora sigursmálið, lá vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson eina løtu, eftir at hann fór um koll i brotsteiginum og onkrir bíðaðu eftir, at dómarin fór at bríksla fyri brotssparki. Men tað var Dagfinn Forná ikki samdur við teimum í.
Aftur var tað Ari Olsen, sum átti innleggið, tá ið Víkingur skoraði sigursmálið. Eftir framlegging frá Atla Gregersen royndi vongverjin seg við innleggi, og tá var miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum aftur er í Vágum, óheppin, tá ið hann í roynd at blokera stýrdi bóltin í sítt egna mál.
Støðutalvan sigur, at 07 Vestur er aftast, og at hóttanin av niðurflyting er stór. Í kvøld vístu heimamenninir í løtum gott fótbóltsspæl, meðan tað í verjuspælinum ikki var so sannførandi.
Enn er tíð at venda gongdini, men tað fer tað so smátt av álvara at sansa at. Eisini tí báðir kappingarneytarnir - TB og FC Suðuroy - skava stig saman.