Voices of Rock hava framførslur á ársins Summar Festivali.
Voices Of Rock byrjaðu at spæla í 2011 og hava óteljandi framførslur á baki. Tónleikaskráin hjá bólkinum endurspeglar tað, sum limirnir í bólkinum sjálvir vilja hoyra. Sjálvt um løgini ikki eru egin, so ræður um at gera sangirnar til “sínar egnu”, og tað hava Voices Of Rock altíð í huga, tá ið teir framføra.
Voices of Rock spæla løg hjá Guns N’ Roses, Bon Jovi, Uriah Heep, Neil Young, Creedence Clearwater Revival, Gasolin og mangt annað.
Dagfinn Joensen og Jógvan Ellingsgaard manna bólkin. Báðir spæla gittar og syngja. Teir hava verið búsitandi í Danmark í nógv ár, og teir hava spælt í hvørjum króki á flatlondum. Eisini hava teir hvør í sínum lagi verið partur av tónleikaumhvørvinum í Keypmannahavn. Dagfinn hevur millum annað sungið í rockbólkinum Fate og er nú sangari í Bloody Dice. Jógvan hevur eisini roynt seg í fleiri bólkum í Keypmannahavn og hevur spælt undir egnum navni. Jógvan Óli býr nú í Føroyum.
Voices Of Rock spæla kendar rocksangir við nærveru og spæligleði, og høvi verður at skrála við ella at lata eyguni aftur og njóta tvíraddaða sangin.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Konsertin hjá Voices of Rock verður á Torginum leygarkvøld kl. 02:30.
Her kanst tú lesa serblað um Summar Festivalin