700 milliónir komu á føroyskar hendur

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar varð handaður føroysku myndugleikunum tann 1. januar 2025.

Við hesum fingu føroyskir myndugleikar fult ræði á fænum í grunninum, sum er oman fyri 700 mió. kr. Løgtingið kann tí nú raðfesta, hvat fæið skal nýtast til.

 

Løgmaður hevur víst á møguleikan, at fæið skal nýtast til eina nýggja farstøð í Vága Floghavn og til ein møguligan Suðuroyartunnil.

 

Talan er um tvær stórar íløgur í føroyska infrakervið, sum fíggjarliga kunnu stuðlast við, at grunnurin fær heimild at veita rentu- og avdráttarfrí lán til verkætlanirnar eitt avmarkað tíðarskeið.

 

Í sambandi við at Íleggingargrunnurin er avhendaður til føroysku myndugleikarnar, verður við lógaruppskotinum samstundis tikin støða til, hvørja støðu grunnurin skal hava í samband við løgtingsfíggjarlógina og landsroknskapin.

 

Ætlanin er, at grunnurin skal halda fram sum ein sjálvstøðugur almennur grunnur, stendur í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans.