Leonard var trífaldur málskjútti

1. DEILD: Sandoyingar halda tørn í kappingini um at flyta upp

Leonard Londe skoraði hattrikk, tá ið B71 vann 4-2 í Runavík

Tað endaði við 4-2 sigri til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av B71. Úrslitið ber við sær, at B71 er á triðja plássi, og at tað eru fimm stig fram til AB, sum er næstfremst og harvið á uppflytingarplássi.

 

B71 hevur spælt ein dyst færri enn AB. Talan er um útsetta heimadystin ímóti Víkingi, sum nú er ásettur at vera mikudagin 20. august.

 

Stóri maðurin hjá B71 í kvøld var enn einaferð álopsspælarin Leonard Londe. Amerikanska álopsspælarin skoraði trý mál og er B71 toppskjútti við 11 málum.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið NSÍ legði seg á odda. Málskjútti var Steffan A. Løkin, sum undan summarsteðginum gavst á besta liðnum, og sum í dag var millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum. Meinhard Janusarson átti uppleggið.

 

Tað vóru fýra útlendskir spælarar millum teir fyrstu ellivu hjá B71, og teir vóru allir við í teimum fýra málunum.

 

Seks minuttir undan steðginum javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Leonard Londe, og tað var Tobias Koktvedgaard, sum átti uppleggið.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Lucas Ørneborg, sum legði B71 á odda 2-1. Uppleggið átti Eduardo Coimbra, og tveir minuttir seinni var Leonard Londe aftur upp á spæl, tá ið hann umsetti brotsspark til 3-1.

 

So gekk skjótt, tí tveir minuttir seinni svaraði NSÍ aftur. Tað var Áron Høj, sum minkaði um munin til 3-2, og tað var Steffan A. Løkin, sum átti uppleggið. Og tveir minuttir seinni staðfesti Leonard Londe 4-2 B71 sigurin og hattrikkið. Uppleggið átti Óli á Reynatrøð.

 

Leonard Londe skoraði hattrikk, tá ið B71 vann 4-2 í Runavík