Klokkan 16.30 í gjár fekk løgreglan boð um, at ein traktorur var koppaður í Kaldbak, og at ein persónur var í traktorinum, sum ikki slapp út.
Tá løgreglan kom á staðið varnaðist hon skjótt, at alt ikki ruggaði rætt. Maðurin blásti í alkometrið, og tað vísti seg at vera yvir tað loyvda av rúsdrekka í blóðinum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og har varð eisini blóðroynd tikin. Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og síðani leyslatin aftur.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Tey høvdu nakrar fyrireikingar til dystin í Klaksvík millum KÍ og Radnicki 1923, men sambært vaktleiðarinum á politistøðini skikkaðu serbarnir sær væl, so løgreglan hevði einki stríð av teimum.